Broyta støðuna hjá teimum sum innflyta brúktar bilar

Avgjøldini verða broytt fyri at gera tað lættari at umsita

Nú verður støðan hjá teimum, sum innflyta brúktar bilar, ella brúktar motorsúkklur, broyttar. Hetta verður gjørt fyri at gera tað lættari hjá Hagstovuni at umsita. Hetta er endamálið við einum uppskoti, landsstýrið ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstum.

 

Sum støðan er nú, verður skrásetingargjaldið roknað eftir upprunavirðinum á bilinum, ella á motorsúkkluni. Men tað kann ofta vera eitt tógvið stríð at finna út av, hvat upprunavirðið er og tí verður tað nú broytt til, at skrásetingargjaldið skal roknast av tí, sum bilurin, ella motorsúkklan, eru keypt til Føroyar fyri.

 

Ofta er tað so stríggið at finna fram til upprunavirðið, at tað skal brúkast nógv umsitingarlig orka til endamálið – og í nógvum førum er tað ómøguligt at finna fram til upprunavirðið. Bilaframleiðarar halda tað dult, hvat upprunaprísurin á akfarinum er og tí ber tað ikki til hjá Akstovuni at fáa fatur á hesum upplýsingunum, sigur landsstýrið.

 

Landsstýrið sigur, at verður farið yvir til keypsprísin, hevði tað minkað munandi um vandan fyri mistøkum, eitt nú í sambandi við, at upprunavirðið er skeivt ásett, tí man ikki kennir neyva virðið á bilinum. Harafturat veit innflytarin frammanundan, hvussu nógv hann skal rindað í meirvirðisgjaldi og skrásetingargjøldum, tá hann kennir keypsprísin, og tað hevði elvt til minni misnøgd við Akstovuna.

 

Hagtøl frá Akstovuni vísa, at í 2020 vórðu 56 brúktir persónbilar, 24 brúktir vørubilar og fýra brúktar motorsúkklur, innflutt til Føroyar. Í 2018 og 2019 vórðu 140 brúktir persónbilar, 19 brúktir vørubilar og fýra motorsúkklur, tilsamans, innflutt til Føroyar.