Hetta samtykti býráðið á fundi hóskvøldið, nú felagslærararáðið við teir kommunalu skúlarnar í Havn er avtikið. Hetta ráð hevur havt ein lim í hesi nevndini, men nú er reglugerðin broytt, soleiðis at henda fimmmannanevndin verður vald øðrvísi.
Hereftir verður nevndin so mannað við hesum liminum sum skúlabókavørðarnir velja, barnabókavørðinum á Býarbókasavninum í Havn, tveimum limum sum býráðið sjálvt hevur valt og formanninum í mentamálanevndini í býráðnum, sum eisini er formaður.