Broyta hagtølini

Tað tykist, sum hevur EB/Streymur veruliga sett sær fyri at bróta allar gamlar fordómar hetta kappingarárið.
Í øllum førum hava teir fyrstu níggju umførini vent upp og niður upp á fleiri av teimum hagtølum, sum áður hava gingið teimum ímóti.
Móti B68 hevði liðið ongan tíð áður vunnið á heimavølli, men tann reglan varð brotin fyrr í ár.
Somuleiðis varð reglan brotin, tá talan var um útidyst móti HB. Har hevði EB/Streymur ikki so mikið sum skorað í landskapping, áðrenn teir brádliga vunnu 3-2 í Gundadali.
Og sunnudagin tóku teir so fyri fyrst ferð trý stig í Vági í landskappingardysti í fremstu mansdeildini, og heldur ikki tað hevði liðið roynt áður.