Tað er ovari partur av Sundsvegnum, har hann er skorin av í sambandi við innkomuvegin, sum eftir ætlan skal skifta navn til »undir Villingafossi«

Broyta gøtunavnið til »undir Villingafossi«

Mæla til at ovari partur av Sundsvegnum í Havn skiftir navn

Tað er ovari partur av Sundsvegnum, har hann er skorin av í sambandi við innkomuvegin, sum eftir ætlan skal skifta navn til »undir Villingafossi«

Tekniska umsiting hjá Tórshavnar kommunu hevur heitt á Gøtunavnanevndina um at finna nýtt navn til ovasta part av Sundvegnum.

Orsøkin er tann, at Sundsvegurin er skorin av í sambandi við at  Innkomuvegurin er gjørdur. 

Gøtunavnanevndin hjá býráðnum mælir til, at ovasti partur av Sunsvegnum fær navnið »undir Villingafossi«. Mentamálanevndin hjá býráðnum tekur undir við gøtunavnanevndini og beindi málið fyri býráðið, sum viðgjørdi málið á býrásfundinum í gjár. Málið varð ikki avgreitt, men býráðið samtykti at beina málið aftur í mentamálanevndina.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

Tað er ovari partur av Sundsvegnum, har hann er skorin av í sambandi við innkomuvegin, sum eftir ætlan skal skifta navn til »undir Villingafossi«

Útsýnið av brúnni um Sundsvegin omaneftir

Tunnilsmunnin við Villingadalsvegin

Ovara brúgvin um Hoydalsá