Tá útstykkjað varð í Lágni á Strondum, fekk ovari vegurin navnið "Láargerði".
- Vit eru kunnaði um, at hetta navnið ikki lýsir staðið, har búsetingin er - vísandi til, at staðið altíð hevur verið nevnt í Lág ella í Lágni.
Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at kommunustýrið tískil hevur gjørt av at broyta veganavnið Láargerði til Lágargerði.
- Ein lág er tað sama sum ein lægd, og tað er lítið at ivast í, at navnið kemur av lægdini, sum er millum Lágarveg og Lágargerði, verður lagt aftrat.










