Broyta estetiska fimleikin

Fimleikasambandið hevur broytt kappingarleistin í estetiskum fimleiki, so nú verður eingin B-kapping meira, men fyrst ein innleiðandi og síðani ein endalig FM-kapping við fýra teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki

Skipanin í estetiskum fimleiki, har liðini undanfarin ár hava havt møguleika at melda til B-kapping ella FM, er nú broytt, so í staðin fyri B-kappingina verður ein FM-undankapping, sum øll kunnu tekna seg til. Fýra tey bestu í hvørjum aldursbólki sleppa so víðari úr hesi kappingini til ta endaligu FM-kappingina.
– Hetta er ein broyting, ið skal syrgja fyri, at FM veruliga verður millum bestu liðini, tí tað er meira enn so komið fyri, at B-lið hava verið betri enn A-lið, sum hava kappast um føroya­meistara­heitið, og tað gevur líkasum onga meining, sigur Elin H. Joensen, forkvinna í Fimleika­sam­bandinum.
– Nú kunnu feløgini meldað so nógv lið til inn­leið­andi kappingina, sum tey hava, og so koma tey bestu víðari til sjálva FM-kappingina. Hetta er eisini sami kappingarleistur, ið verður brúktur aðrastaðni, eitt nú í sambandi við HM-kapp­ingarnar, so vit fylgja bara tí, ið gjørt verður alla aðrastaðni.
Í tráð við, at A- og B-lið ikki verða longur, samstundis sum feløgini kunnu melda fleiri lið til, verður tað nú soleiðis, at feløgini í staðin fyri A- og B-heiti, skulu geva sínum liðum nøvn.
– At nú bara fýra lið verða til FM-kappingina í hvørjum aldursbólki, fer eisini at gera estetiska fimleikin meira áskoðaravinarligan, tí upp á tann mátan tryggja vit, at tey bestu eru við, umframt at talan ikki verður um ov stórt tal á liðum, sigur forkvinnan í Fimleikasambandinum.
– Onkuntíð hava kapp­ingar­nar verið øgiliga drúgvar, tí liðini hava verið so nógv í tali, men nú er alt greið­ari, tí tað verða bara fýra lið í hvørjum aldursbólki, sum sleppa við til FM.

Karakterin við
Ein onnur broyting er, at før­oyameistaraheitið í veru­leikanum verður enn meira, enn tað hevur verið, tí tá FM-kappingin verður, fáa liðini eisini við sær teir karakterir, tey hava fingið í steypa­kapp­ingunum.
– Upp á tann mátan fæst enn størri vissa fyri, at tey bestu veruliga eru tey bestu. Skuldi eitt lið, sum hevur staðið seg væl í fleiri steypakappingum, staðið seg illa í hesi einu FM-kappingini, kunnu karakterirnir frá steypa­kappingunum lyfta samlaða avrikið, sigur Elin H. Joensen.
– Øll kunnu hava ein ringan dag, so tí er hetta heilt greitt við til at gera føroya­meistaraheitið til eitt heildarúrslit, ið avspeglar bestu úrslitini í øllum kapp­ingar­árinum og ikki bara tann dagin, tá FM-kappingin er.