Broyt punktgjaldið til umhvørvisgjald

Arni Abrahamsen
Glyvrar
?
Nú ætlanir eru um at strika punktgjaldið á ávísum vørum, haldi eg at nú hevði verið eitt fínt høvi at innført eitt sindur av umhvørvispolitikki á hesum øki.
Aðra staðnis er tað heilt vanligt, at støddin av avgjøldum á t.d. hvítvørur er lagt, alt eftir hvussu orkunýtslan hjá vøruni er, og um vøran er umhvørvisvinarlig. Um vøran er orkukrevjandi, so verður hægri avgjald lagt á, og er talan um orkusparandi vøru, so er avgjaldið væl lægri.
Hetta skuldi verið so líka til at innført, nú man er í holt við at pilka við punktgjaldið.
Eg haldi at tað er í fínasta lagið við "atferðsregulerandi" avgjøldum, tá man kann vísa á umhvørvisvinarlig alternativ. So hví ikki strika punktgjaldið á øllum hvítvørum, og í staðin innføra eitt umhvørvisgjald? Og her kundu tær mest umhvørvisvinarligu vørurnar verið avgjaldsfríar, ella nærum avgjaldsfríar.