Brown á veg út

Var parlamentsval í Bretlandi í dag, hevði tann konservativi andstøðuflokkurin vunnið so dyggan sigur, at hann hevði havt meiri enn 100 tinglimir í meiriluta. Tað vísir ein kanning, sum blaðið The Guardian hevur latið gera. Kanningin sigur, at tann konservativi flokkurin hevði fingið 44 prosent av atkvøðunum.

Harafturímóti hevði Arbeiðaraflokkurin hjá Gordon Brown, forsætisráðharra bara fingið 27 prosent. Tann triði stóri flokkurin, Tey Liberalu, hevði fingið 18 prosent.

Parlamentsval verður í Bretlandi í seinasta lagi í juni næsta ár.