Í Bretlandi hevur Gordon Brown, forsætisráðharri, ætlanir um at selja so mikið av almennum ognum, at sølurnar kunnu geva tí illa trongda ríkiskassanum tríggjar milliardir pund.
Eitt nú ætlar hann at selja jarnbreytina millum London og tunlarnar um Ermasund, Dartford-brúnna við Thames-ánna og ein tunnil, sum er undir ánni á somu leið.
Herumframt ætlar forsætisráðharrin at selja bretska partin av evropeisku fyritøkuni Urenco, sum ger brennievni til kjanrorkuverk.
Tslamenn hjá stjórnini hava fyrr sagt, at aðrar sølur kunnu koma upp á tal fyri at útvega ríkiskassanum pening.










