Brown stillar upp

Gordon Brown hevur nú alment boðað frá, at hann ætlar sær at taka við eftir Tony Blair. Tað hevur leingi ligið á ljóði, at Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, skal taka við eftir Tony Blair, sum fer frá 27. juni.

Í dag kom so tann almenna fráboðanin frá Gordon Brown.

-Hervið kunngeri eg, at eg stilli upp til valið sum formaður í Labour og sum forsætisráðharri, segði Brown í London í dag. Hann legði afturat, at hann fer at brúka tær næstu vikurnar til at greiða bretum frá sínum sjónarmiðum.