Tingbólkurin hjá Labour váttaði í gjárkvøldið, at hann styðjar floksformannin, Gordon Brown Í Bretlandi tykist Gordon Brown, forsætisráðharri og floksformaður, vera sloppin ígjøgnum tað politiska illveðrið, sum hann hevur verið í ta seinastu tíðina, og sum kom í hæddina sunnudagin, tá Labour fekk ein rættiligan frammaná á valinum til Evropatingið.
Seinnapartin í gjár var Brown á fundi við tingbólkin hjá Labour, og aftan á fundin staðfesti tingbólkurin, at hann styðjar floksformannin. Sjálvur segði Brown seg hava lært, at ein lærir, so leingi ein livir.
Ikki færri enn 11 ráðharrar og vararáðharrar eru farnir úr stjórnini, og á Evropa-valinum sunnudagin fekk Labour sítt ringasta úrslit í søgu floksins.