Brown skal eisini svara

Nú er greitt, at bretski forsætisráðharrinm, Gordon Brown, skal til hoyringar hjá teirri serligu parlamentsnevndini, sum skal skriva eina frágreiðing um bretsku luttøkuna í krígnum í Irak.

Nevndin skal avhoyra forsætisráðharran tann 5. mars. Tað fer væntandi at taka einar fýra tímar og verður sent beinleiðis í sjónvarpinum, sigur BBC.

Bæði verandi og fyrrverandi ráðharrar hava verið tilavhoyringar, teirra millum fyrrverandi forsætisráðharrin Tony Blair. Gordon Brown var fíggjarmálaráðharri, tá kríggið við Irak byrjaði.