Tað er skjótt hvønn vegin í bretskum politikki. Fyri stuttum skrivaðu teir flestu bretsku fjølmiðlarnir, at forsætisráðharradagarnir hjá Gordon Brown vóru farnir at fækka, og at formaðurin hjá teimum konservativu, David Cameron, stóð bara og bíðaði eftir skiftinum.
Fjølmiðlarnir bygdu hetta á meiningakanningar, sum vístu, at arbeiðsaraflokkurin hjá Brown var farin langt aftur um tann konservativa andstøðuflokkin.
Men støðan er nógv broytt síðani. Ein meiningakanning, sum tíðarritið Time hevur latið gera, vísir, at nú er minni munur á teimum báðum flokkunum. Eftir kanningini hevði tann konservativi flokkurin fingið 40 prosent, var val nú, og arbeiðaraflokkurin hevði fingið 37 prosent.
Hetta merkir, at síðani seinastu kanning er undirtøkan hjá tí konservativa flokkinum minkað sjey prosentstig, samstundis sum undirtøkan hjá arbeiðaraflokkinum er vaksin fimm prosentstig, skrivar Time.
Viðmerkjarin Anatole Kaletsky skrivar í blaðnum The Times, at avgjørda støðan hjá Gordon Brown í sambandi við fíggjarkreppuna hevur styrkt hann og flokkin, meðan David Cameron hevur verið sera friðarligur, síðani kreppan fór at gera um seg.










