Brown lovar framburð

Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, sum sambært øllum meiningakanningum fer at missa stjórnarvaldið næsta ár, roynir nú at sannføra bretar um, at vend fer at koma í búskapin um ársskiftið.

Á heimasíðuni hjá forsætismálaráðnum skrivar hann, at bretar hava vunnið bardagan við ta stóru kreppuna.

Brown skrivar, at í triðja ársfjórðingi var afturgongdin í búskapinum 0,4 prosent, men at nú fer at venda. Hann skrivar eisini, at er eingin grund til stórar sparingar á fíggjarlógini nú, soleiðis sum tey konservativu ætla.