Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, ivast ikki í, at teir útlendsku hermenninir í Afghanistan fara at vinna á Taliban. Hann eggjaði samstundis fyrrverandi limum í Taliban til at styðja verandi stýri og at medvirka til at endurbyggja landið. Gordon Brown hevur júst verið í Afghanistan, har hann vissaði Hamid Karzai, forseta um, at Bretland styðjar stjórnina í Kabul, og at teir bretsku hermenninir verða verandi í landinum.