Brown fer ongan veg

Gordon Brown ætlar sær ikki at leggja frá sær hóast hvassar atfinningar Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni orsakað av gøluni um samsýningar hjá tingmonnum, men hann hevur kortini ongar ætlanir um at stinga í sekkin.

Tað segði hann í samrøðu við kringvarpið BBC nú á hvítusunnu.

Hetta er heldur ikki tann besta tíðin at tosa um eitt skifti í Labour-leiðsluni. Í dag skulu bretar velja umboð í ES-tingið, og meiningakanningar benda á, at stjórnarflokkurin fær ein frammaná og endar á triðja plássi aftan fyri tey konservativu og liberala flokkin.