Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, heldur, at fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Gordon Brown eigur at biðja íslendingar um umbering fyri sín atburð undir íslendska bankaskrædlinum í oktober í 2008.
-Ætlar Gordon Brown at tryggja sær eitt eftirmæli sum ein heiðurligur maður, eigur hann at biðja um umbering fyri, at hann segði Ísland vera eitt land. sum var farið á húsagang, sigur Ólafur Ragnar Grímsson við blaðið Wall Street Journal.
Sambært forsetanum umhugsaði íslendska stjórnin at taka orðalagið hjá Brown upp til viðgerðar í samrøðum við bretsku myndugleikarnar, men tað bleiv kortini ikki gjørt.
-Nú gongur betur hjá okkum búskaparliga enn hjá fleiri øðrum londum í Evropa, sigur íslendski forsetin.
Wall Street Journal hevur eisini spurt íslendska forsetan um útlitini fyri, at íslendingar fara at atkvøða fyri limaskapi í ES. Forsetin svarar, at tað avgerandi verður ivaleyst, hvørja ávirkan ES-limaskapur fær á íslendsku fiskivinnuna.