1-0: Fróði Clementsen skjýtur fyrst einaferð har Jákup bjargar, men sleppur at royna seg um aftur, tí málverjin kom út av strikuni áðrenn Fróði hevði skotið. Seinna skotið setti hann hart og flatt út í vinstra borð, uttan at Jákup hevði nakran møguleika.
1-1: Jákup Mikkelsen átti fyrsta sparkið fyri B36, og tað setir landsliðsmálverjin trygt í netið í høgru síðu.
2-1: Sorin Anghel skorar trygt, tá hann sendir bóltin flatt og hart út móti vinstra stólpa.
2-2: Mikkjal Thomassen buldrar bóltin mitt í málið og bólturin sang í netinum.
3-2: John Heri Dam skeyt til høgru og málverjin fór rættan veg, men skotið var omanfyri Jákup, sum ikki fekk meiri enn fingrarnar á, og bólturin endaði í netinum.
3-3: Fróði Benjaminsen sleppur at gera júst sum navnin í EB/Streymi. Fyrst trínur René Tórgarð fram ov tíðliga, tá hann bjargar skotinum. Síðani sleppur Fróði at royna seg um aftur, og tá er hann tryggur.
4-3: Ronnie Samuelsen fintaði Jákup Mikkelsen til vinstru og trillaði síðani bóltin til høgru í netið.
4-4: Kenneth Jacobsen skoraði eisini trygt, tá hann legði bóltin til vinstru í netið.
4-4: Hans Pauli Samuelsen er dekan og smartur, tá hann roynir at plasera bóltin heilt upp í vinstra málhorn, men bólturin fer upp um.
4-5: Bárður H. Joensen leggur bóltin í høgru síðu á málinum og René Tórgarð fer til vinstru, og so hevði hann avgjørt kappingina.