Brotssparkið var sum ein vátur vøttur

Aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro, var við familjuni til staðar í Nice, tá Ísland í gjár vann 2-1 á Onglandi.

Alt Europa - og helst allur fótbóltsheimurin - fagnar í dag íslendska fótbóltslandsliðnum, sum í gjárkvøldið vann ein fult uppibornan 2-1 sigur og sendi Ongland heimaftur við ongum.

 

Íslendsku spælararnir stríddust enn einaferð eftir fronsku musketer-paroluni, “ein fyri allar og allir fyri ein”, og við hjartanum uttan á blusuni blástu teir Ongland av vøllinum.

 

Í veruleikanum var Ísland í seinna hálvleiki enntá nærri 3-1, enn Ongland var at javna, so har var eingin slingur í valsinum.

 

FSF-aðalskrivarin, Virgar Hvidbro, sum við familjuni var til dystin í Nice í gjárkvøldið, tekur soleiðis samanum hesa stóru upplivingina.

 

Virgar Hvidbro var saman við familju og verfamilju til dystin í gjárkvøldið og sá við egnum eygum Ísland spæla seg í fjórðingsfinaluna í EM-endaspælinum niðri í Fraklandi. Hilmar Jan Hansen gjørdi eina samrøðu við hann í tíðindunum á Rás 2.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.