Hagtølini søgdu, at Liverpool hevði bóltin 78% av tíðini. At Birmingham bert hevði fimm royndir móti málinum sammett við tær 35 hjá Liverpool, men hetta munaði lítið, tá avtornaði.
Tí í veruleikanum var Liverpool heilt nær einum eyðmýkjandi tapi.
Alt tóktist annars ganga sína kós, tá Ngog legði Liverpool á odda, men mál frá Benitez og Jerome løgdu gestirnar framum.
Eftir steðgin hevði Birmingham ikki eina tí einastu roynd móti málinum hjá Liverpool, men kortini skuldi eitt meira enn bara ivasamt brotsspark til, áðrenn javnvág kom í málroknskapin.
Ngog fór umkoll í brotsteiginum, og hóast Birmingham-spælararnir mótmæltu, so helt dómarin fast um sítt, og so kundi Gerrard smekka leðurkúluna í netið, soleiðis at Liverpool slapp undan fullkomnu eyðmýkingini.
Men um hetta er nóg mikið at bjarga venjarasessinum hjá Rafael Benitez, er ein heilt annar spurningur. Liverpool hevur nú bert vunnið ein dyst av teimum seinastu átta. Og hóast hetta var júst móti arvafíggindunum úr Manchester United, so er ein slík røð ikki nakað, ið uttan víðari verður góðtikið á Anfield Road.










