B36 hevur als ikki hildið summarfrí, eins og fleiri av hinum liðunum í Formuladeildini hava. Havnaliðið hevur havt trupla uppgávu í UEFA Cup, har teir taptu tilsamans 0-3 fyri danska Brøndby IF. B71-leikararnir høvdu eina stutta summarferiu upp á eina viku, og fleiri leikarar hava verið uttanlands.
Øll ting kundu spæla inn til uppgerðina á Sandi mikukvøldið, men greitt var fyri øllum, at B71 ongantíð skal undirmetast heima á Sandi.
B71 mátti vera vandamesta leikara teirra, Gudmund S. Nielsen, fyri uttan, umframt at liðskiparin, Eirikur Poulsen, heldur ikki var við. Hjá B36 vóru Herbert í Lon Jacobsen og Súni Olsen ikki vóru tøkir.
B36 við yvirlutan
Gestirnir settu seg á dystin tíðliga í dystinum. B36 er væl fyri tekniskt, og spælið fleyt væl betur enn spælið hjá B71, sum fyrstu løtuna hekk illa saman. B71 royndi seg mest við longum bóltum fram til Sunday, men lítið kom burturúr.
Samstundis mátti staðfestast, at lítið kom eisini burturúr hjá B36. Teir høvdu bóltin nógv, men álopini endaðu oftast við mistum bóltum ella langskotum. B36 royndi seg nógv við at senda innlegg innfyri, og tað var eisini eitt av hesum, sum tryggjaði teimum brotsspark eftir góðum hálvum tíma. Símun Hansen fekk hondina á bóltin, og so kundi Klæmint Matras leggja B36 á odda 1-0 frá brotssparksblettinum.
Korterið til hálvleiks var lítið undirhaldandi. Regn kom yvir áskoðarafjøldina, og á vøllinum var ikki nógv at hyggja eftir. Størsta hóttanin hjá B36 var eitt vandamikið og væl skrúvað frísparksinnlegg, sum streyk beint fram við málinum. Besta B71-møguleikan átti Clayton, sum eftir at hava sneitt tveir B36-arar av, royndi seg við nøskum skoti, sum B36-málverjin tó vardi fyri.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til B36.
B71 kýtti seg – rakk ikki
Í seinna hálvleiki kom B71 nógv betur við. Hetta er ein kend søga, og sæð aftur hevur B71 staðið seg nógv betur í seinnu helvt av øllum dystum í ár. Heldur enn at B36 hevði mist tamarhaldið, so var tað B71, sum hevði tikið tað frá teimum. B71 helt longri upp á bóltin, og hetta tók møguleikan fyri B36-trýsti burtur.
Stutt inn í seinna hálvleik var um reppið, at Símun Hansen gjørdi tað gott aftur fyri teir gulu. Skotið hjá honum, sum broytti kós eftir at hava rakt ein B36-verjuleikara, endaði á yvirliggjaranum. Hetta var eisini tað tættasta, sum B71 skuldi koma í dystinum.
Jákup á Borg gjørdi comeback í B36-búnanum í seinna hálvleiki, og hetta var til mikla frøði fyri uppmøttu B36-viðhaldsfólkini. Hann hevur ikki vant nógv seinastu tíðina, men hann sá út til at fella væl inn á liðið.
Leikferðin í dystinum var høg. Til tíðir kanska ov høg, og nógvir bóltar fóru út av vøllinum. Báðir verjupartarnir stóðu sera stinnir, og hetta bar við sær, at fáir veruligir málmøguleikar vóru at síggja.
B71 royndi at trýsta í seinastu minuttunum, men einki mál í seinna hálvleiki, og við 1-0 sigrinum fekk B36 øll trý stigini við sær aftur til Havnar. Hetta lyftir teir frá einum 5. plássi og upp á eitt deilt 2. pláss við NSÍ. Við ósigrinum dettur B71 nú aftur niður um niðurflytingarmarkið, og er nú at finna á 9. plássi.