Brotsmannalið tjena milliardir upp á avtalað spæl

Tað sigur fyrrverandi trygdarstjórin í FIFA. Hann metir, at brotsmannalið hava lætt spæl í Asia og vinna fleiri milliardir krónur um árið við avtala spæli.

 

Europol kunngjørdi í vikuni, at teir hava avdúkað avtalað spæl í minst 380 dystum í Evropa, har brotsmannalið hava vunnið sær yvir 60 milliónir krónur.

 

- Tú kanst falda talið við hundrað í Asia, sigur Chris Eaton.

 

Chris Eaton, sum fór úr FIFA í 2011, metir, at brotsmannaliðini eru væl skipaði í Asia, og at stjórnirnar í teimum ymisku londunum ikki vilja gera nakað við trupulleikan. Hetta ger tað áhugavert fyri brotsmannaliðini at arbeiða fyri avtalaðum spæli í fótbólti, sigur Chris Eaton sambært Dailymail.

 

Ekstra Blaðið sigur seg vita, at ein av dystinum, har talan var um avtalað spæl, var Champions League dysturin millum Liverpool og Debrecen. Her skuldi málverjin hjá Debrecen, Vukasin Polekszics, hava fingið mutur frá brotsmannaliði fyri at latið Liverpool vinna stórt.

 

Hetta kom fram eftir at løgreglan fekk hendur á sms boð, har ein av teimum handtiknu í stóra málinum hevur gramt seg um, at Liverpool bara vann 1-0, hóast málverjin hevði fingið mutur fyri ikki at geva seg fult í dystinum.

 

Vukasin Polekszics hevur avsannað tíðindini í samrøðu við Dailymail. Málverjin úr Montenegro hevur longu ein dóm fyri ikki at siga myndileikunum frá, at hann hevði fingið bjóðað mutur í samband Champions League dystin móti Fiorentina, sum somuleiðis var í bólki við Liverpool í 2009.

 

- Teir ringdu til mín tíggju dagar ella eina viku áðrenn dystin, og tað gjørdi tað torført fyri meg at spæla. Eg veit ikki hvør tað var, sum ringdi, greiður Vukasin Polekszics frá.

 

Declan Hill er ein av djørvu rithøvndinum, sum hevur skrivað eina bók um mutur og avtalað spæl í fótbólti. Tað gjørdi hann í bókini “The Fix”. Har eftirkannar hann eisini um dystir í HM endaspælinum í 2006 vóru avtalað spæl.

 

Europol er framvegis í gongd við at eftirkanna brotsmannlið, spælarar og onnur, ið kunnu hava samband við mutur og avtalað spæl í fótbólti. Tí verða kortini hildin tætt at kroppinum og upplýsningarnir eru ikki so nágreiniligir enn.

 

Mynd: Myndin er frá umstrídda dystinum millum Liverpool og Debrecen í 2009