Sambært enska blaðnum, Daily Mirror hevur sjálvur høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson tikið stig til at fáa Berbatov og familjuna trygt heim úr úr Bulgaria til Onglands við einum privatflogfari. Bulgarska brotsmannaliðið krevur eina upphædd, sum svarar til umleið fimm miljónir krónur í okkara peningi.
Ein bulgarsk kelda sigur við Daily Mirror: - Dimitar (Berbatov red.) er ógvuliga óttafullur um familjuna hjá sær, og hevur lovað sínum grannum pening, um teir síggja nakað illgrunasamt rundan um húsini hjá honum í Sofia.
Manchester United-framherjin var heima í Sofia í Bulgaria saman við konuni, Elenu og dóttrini, Dea í næstsíðstu viku. Tá setti ránsmannaliðið seg í samband við mammuna hjá Berbatov, Margarita.
Sambært Daily Mirror vildi Berbatov ikki seta seg í samband við bulgarsku løgregluna, tá hann fekk at vita, at ránsmannaliðið samstarvaði við fólk, sum arbeiða í bulgarska innanríkismálaráðnum. Sambært enska blaðnum hevur Berbatov eisini samrátt seg til eina avtalu við brotsmannaliðið, sum skal hava gingið við til at lova at geva familjuni frið.
Men aftaná seinastu hóttanina hevur Berbatov økt um trygdina rundan um húsini í Manchester. Men Berbatov vil ikki úttala seg um málið, tí talan er um ein trygdarspurning, skrivar Daily Mirror.
Seinastu 20 árini, síðani jarntjaldið í Eystur-Europa fall, er talið av brotsmannaliðum nógv økt í Europa, og í mongum eystureuropeiskum londum standa fólk púra hjálparleys, tá brotsmannaliðini gera um seg.