Ein av stóru amerikansku sjónvarpsstøðunum hevur keypt røðina, sum vit kenna væl her á okkara leið. Sofie Gråbøl er í donsku upprunaútgávuni í leiklutinum sum Sarah Lund, og hon var støðugt í troyggju frá Guðrun & Guðrun. Nú fáa amerikumenn so eina nýggja innspæling av røðini, og haryvir hevur røðin fingið heitið The Killing við undirheitnum Who killed Rosie Laresen? Í nýggju røðini er Sarah Lund blivin til Sarah Linden, og Keypmannahavn er skift út við Seattle.











