Brotsgerðin til USA

Danir fara at framleiða eina nýggja røð av Brotsgerðini, og næsta ár sleppa amerikanarar eisini at uppliva løgreglukvinnuna í føroysku troyggjuni

Tað hevur gingið so væl við donsku sjónvarpsrøðini Brotsgerðini, at danir ætla at framleiða eina røð afturat, og amerikanarar sleppa næsta ár at uppliva Sarah Lund í sjónvarpi.

Sarah Lund er løgreglukvinna, sum loysir fløktar morðgátur, og tað ger hon í føroyskari troyggju frá Guðrun & Guðrun.

Ein triðja røð við Brotsgerðini skal framleiðast og sendast í 2012, skrivar blaðið Politiken. Danmarks Radio, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av Brotsgerðini, hevur ikki váttað, at ein nýggj røð skal gerast, men Politiken heldur seg vita við vissu, at talan verður um eina nýggja røð í 2012.


Troyggjan til USA

Næsta ár fáa amerikanarar eisini smakkin av Brotsgerðini. Tað er sjónvarprásin AMC, sum keypt røðina, sum verður framleidd av nýggjum við amerikanskum sjónleikarum.

Hetta er fyrstu ferð, at ein donsk sjónvarpsrøð verður seld til eitt sonevnt “remake” – eina endurinnspæling – í USA.

Ein óloysandi partur av donsku røðini hevur verið føroysku troyggjurnar hjá Sarah Lund. Amerikanarar hava eisini staðfest, at troyggjan hevur stóran týdning fyri Sarah Lund, og tey hava skaffað sær troyggjur til amerikansku framleiðsluna.

HJá Guðrun & Guðrun vita tey ikki endaliga enn, um amerikanska Sarah Lund eisini skal brúka teirra troyggjur, men sambært útsagnum í miðlunum bendir nógv á tað.

Og hendir tað, fáa Guðrun & Guðrun kanska fótin fyri seg á amerikanska marknaðinum.