Brotsgerðin heiðrað í Bretlandi

Danska krimirøðin við føroysku troyggjuni hevur nú vunnið fleiri altjóða virðislønir. Í gjárkvøldið vóru Crime Thriller Awards lætnir í Bretlandi, og har vann Brotsgerðin tríggjar heiðurslønir.

 

Brotsgerðin hevur verið víst í bretskum sjónvarpi í ár, og røðin hevur verið sera væl umtókt. Hetta hava framleiðararnir av troyggjuni hjá høvuðspersóninum eisini merkt. Sarah Lund, sum er løgreglukvinna, brúkar troyggju hjá Guðrun & Guðrun í røðini, og bretskir fjølmiðlar og almenningurin hevur víst troyggjuni stóran áhuga.

 

Brotsgerðin hevur áður vunnið BAFTA heiðursløn, og í gjárkvøldið var røðin kosin til bestu altjóða sjónvarpsrøð, og Sofie Gråbøl og Ann Eleonora Jørgensen vunnu eisini persónligar heiðurslønir fyri teirra leiklutir í røðini.

 

Tvær sesongir eru framleiddar av Brotsgerðini, og næsta ár vísir DR triðju sesong.