Nógv lív hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið har Summar Festivalurin bleiv hildin fyri 15. ferð. Av tí sama hevur løgreglan havt eitt sindur meira at gjørt enn vanligt við at tryggja, at alt gekk friðarligt fyri seg, tá so nógv fólk eru samlað.
Tvær ferðir vóru eisini boð send eftir løgregluna at reka fólk burtur av stadionøkinum, ið liggur beint við festivaløkið.
- Har er hegnað runt vøllin, tí ung fólk brúka tað sum eitt tilhaldsstað. Tað ynskir man ikki, tí tað kemur fyri, at herverk verður framt, tá tey sita á áskoðaraplássunum. Um vikuskiftið hevur løgreglan eisini verið har tvær ferðir og rikið fólk burtur, upplýsir vakthavandi og leggur aftrat.
- Har er herverk gjørt á onkrar stólar, men eingin fráboðan er komin frá eigarunum um endurgjaldskrav, so málið er ikki meldað.
Tað er tó ikki bara í Klaksvík, at fólk hava framt herverk, men fekk løgreglan seinnapartin í gjár fráboða um herverk í Vági.
- Nøkur dekk vóru skorin upp á einum akfari og verður tað í løtuni arbeitt við at loysa málið, sigur vakthavandi.