Tosumeinsang er eitt nýtt føroyskt podvarp, sum fer í dýpdina við einum einstøkum lagi hvørja ferð. Í podvarpinum er samrøða við tónleikaran, sum hevur skrivað sangin. Talan er um søgur, sum ikki eru alment kendar um hesi løg og um tónleikaran. Eisini hevur tónleikarin onkran lut við, sum hevur beinleiðis tilknýti til sangin ella lagið, ið er til viðgerðar.
Fyrsta podvarpið er við Finni Koba um sangin Gloym Meg Ei. Finnur greiðir eitt nú frá um tíðina, tá hann var innlagdur í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu og um brotnan kærleika, sum fekk hann til at skriva orð og lag til sangin.
Í næsta podvarpinum er gesturin Eyðun Nolsøe, sum greiðir frá um sangin Til Tey Stressaðu, ið kom út í 1987 og sum framvegis er viðkomandi í 2019. Fleiri podvarp eru á veg
Tað er Regin W. Dalsgaard, sum er vertur og sum hevur staðið fyri upptøku, klipping og útgávu av podcastinum. Tosumeinsang er at finna á soundcloud.com/tosumeinsang og á podcast.fo.