Fyrr í ár kom Heine Lützen við fløguni Brotin.
Spenningurin var stórur. Heine hevur síðani dagarnir í bólkinum Samsint verið eitt av stóru nøvnunum innan føroyskan gospeltónleik. Hann gav eisini út sera væl dámda fløgu og tí var spenningurin stórur, tá Brotin kom.
Hon hevur ikki verið líka nógv spæld í t.d. ÚF, sum fyrra solofløgan. Men hervið er ikki sagt, at hon er verri. Bert er stílurin øðrvísi. Og lagið Royndir Gerast Gull hevur verið spælt nakað.
Heldur er talan um, at Heine ikki hevur fylgt kvøðuljómauppskriftini, men er gingin egnar leiðir. Og talan er um eina fløgu, har eingin ivast í, at talan er um dygd. Tónleikaliga og tøkniliga. Regin Guttesen hevur produserað og Óli Poulsen hevur miksað. Og tá so er, so ivast neyvan nakar í dygdini.
Hinvegin, so kenna tey flestu eisini stílin, ið hesir standa fyri. Bleytur poppur kann ein kanska nevna hetta. Rockurin blívur í hvussu er ongantíð tungur.
Men góður og reinur og hesir menn hava verið við til at lyft føroyskar plátuútgávur upp og fram í nútíðina.
Ein fløga, ið øll kunnu lurta eftir og sum í ljóðgóðsku og tónleiki ikki stendur aftanfyri tær, ið koma úr útlondum.
Heine staðfestir seg sum ein góðan sangara, ið framvegis dugir og sum ikki ger avtalur á hálvum veg.
Talan er um gjøgnumførda ætlan og Heine er framvegis á tindunum.
3´arin gevur út.









