Brotið breyt mest sum tvørtur um Sjóberan

- Jú, vit gjørdust ógvuliga skakkir, men hildu ikki, at veruligur vandi nakrantíð var á ferð, sigur Petur Henry Mohr, útróðrarmaður, sum saman við Ásveini Mikklesen var á útróðri við bátinum Sjóberanum í fyrrakvøldið, tá ið teir fingu ringan sjógv - Vit høvdu umleið 20 fjórðingar í Eystnes, tá ið vit vóru lidnir at draga. Hann var sunnan í ættini, og tað gekk væl at sigla undan. Tá vit komu inn í Álin og vóru staddir á leiðini eystur úr Stongini, gjørdist sjógvurin so ringur, tí tað rak upp í ættina.

Tað sigur Petur H. Mohr, sum saman við Ásveini Mikkelsen var á útróðri við Sjóberanum hendan dagin, teir fingu ringa sjógvin.

- Tá vit komu inn í Álin, var ringur sjógvur, og vit slóðaðu heimeftir við 4-5 míla ferð.

Petur H. Mohr stóð í stýrhúsrútinum og sá, tá sjógvurin tók seg upp.

- Eg tók ferðina av, og eg haldi, at eg var so harðligur við handtakinum, at eg bakkaði. Sjógvurin rakti bakborðssíðu og fór mest sum tvørtur um bátin.

Petur sigur, at tað var eitt rættiligt buldur og brak, tá sjógvurin rakti. Báturin varð sendur í stýriborð, men reisti seg og bresti aftur í bakborðssíðu beinanvegin.

- Nakrir stólpar og ein partur av uppstandinum frameftir bakborðssíðu brotnaðu.

Hann sigur, at tá ið stólpar soleiðis loysna í bátinum, kunnu teir loysa frá sær, og soleiðis lak báturin nakað niður ímillum stólparnar og dekkið.

- Men báturin lak ikki so illa, at vit ikki kundu halda honum lens og vinna upp land í øllum góðum, leggur Petur Henry Mohr aftrat.

Glastrevjabáturin Trúgvi av Toftum fór ímóti Sjóberanum og fylgdi teimum til lands.

Tað gekk ikki so væl hjá Sjóberanum at draga. Teir slitu línuna nakrar ferðir, og tí vórðu teir seinni aftur at landi, enn ætlanin var, tá teir loystu í Saltangará.