Brotið armin

Millum teir spælarar, sum ikki vóru á vøllinum fyri EB/Streym í Klaksvík, var Egil á Bø.
Stinni verjuleikarin taldist annars millum málskjúttarnir, tá EB/Streymur spældi javnt móti ÍF, men eftir dystin varð hann sendir ein túr á skaðastovuna. Hann hevði nakað av pínu í arminum, og læknin kundi eftirfylgjandi staðfesta, at talan var um brot, so fyribils er armurin altso lagdur í gips.