Brotamynd við Eli Smith

Brotamynd - er lítil framsýning hjá Eli Smith, sum læt upp í Býarbókasavninum í Havn í dag klokkan 16 og endar leygardagin hin 24. mars.

- Brotamynd er føroyska orðið fyri mosaikk. Eli Smith hevur í stívliga eitt ár arbeitt við at gera myndir úr fleiri ymiskum grótsløgum. Hann hevur eitt nú gjørt eina mynd av Jesusi, hangandi á krossinum - eina altartalvu.

Tað sigur Býarbókasavnið á síni heimasíðu.

Lagt verður aftrat, at tilfarið til kropp Jesusar, sum er kálksteinur, er tikið á 2300 metra dýpi tætt við Norðpólin.

- Í fjør mynstraði Eli sum kokkur við skipi, sum gjørdi botnkanningar har. Gráu luftini úr basalti er svágur hansara, sum eitt skifti var og dreggjaði eftir skeljum við Norðheim, komin við. Klæði

Býarbókasavnið sigur, at klæði Jesusar koma umleið 6-8 fjórðingar norðan úr Ennibergi.

- Hetta er ljósur sandsteinur, sum jarðfrøðingar á Jarðfeingi siga ikki er føroyskur, men er drivin henda veg við ísinum - heilt úr Grønlandi - í fornari tíð.

Eli hevur skorið steinarnar til flísar við einari steinsag, sum hann keypti í fjør, og nú verður brotamyndin sýnd fram á Býarbókasavninum. Framsýningin umfatar eisini eina myndarøð um íblástur og arbeiðsgongd.

Í sambandi við, at framsýningin læt upp, spældi dóttir Eli, Anna á Váli Smith, á cello, og vitjandi fingu ein drekkamunn og okkurt søtt afturvið.