Eingin ivi kann vera um, at eitt brúkaragjald fyri rørslutarnað, fyri at sleppa umborð á eitt flogfar, er grovt brot á ST-sáttmálan.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni ein grein 52 fyrispurning um málið. Hon vil hava landsstýrismannin at greiða frá, um hann metir tað vera í lagi, at rørslutarnað skulu gjalda eyka, fyri at sleppa umborð og úr flogførum, sum flúgva umvegis Vága Floghavn. Hon vil eisini hava hann at siga, hvat hann ætlar at gera, fyri at steðga hesi órímiligu ætlan, sum tykist vera greitt brot á ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Og triðið spurningurin til landsstýrismannin er um, hann metir, at kunngerðin um atkomuviðurskifti er - ella eigur at vera - galdandi fyri flogfør?.
Í viðmerking til spurningin sigur hon, at mong mundu øtast við tíðindini um, at Vága Floghavn ætlar at taka brúkaragjald frá rørslutarnaðum fyri at nýta eina lyftu at sleppa umborð og í land úr flogførum, sum flúgva umvegis føroyska flogvøllin.
Stjórin fyri Vága Floghavn nevndi møguleikan fyri ársgjaldi, mánaðargjaldi ella stakgjaldi, og strikaði undir, at Vága Floghavn ikki fór at veita hesa tænastu ókeypis, men vil taka eitt brúkaragjald, at dekka íløguna uppá 1,2 1,7 mio, umframt tænastuna, sum verður knýtt til lyftuna. Ein viðfáningur av einari íløgu, sammett við tær væl omanfyri 365 milliónirnar, tað samlað kemur at kosta fyri leingjanina av vøllinum og byggja nýggjan terminal!
Føroya Løgting samtykti í 2009 ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Ein týðandi táttur í sáttmálanum er javnbjóðis rættindi til atkomu, og sostatt til at kunna luttaka á jøvnum føti við øll onnur í samfelagnum. Langt er enn á mál, áðrenn Føroyar til fulnar fylgja sáttmálanum. Skal málið røkkast, so krevur hetta, at bæði myndugleikar, borgarar, felagsskapir og vinnulívið eru við til at lyfta uppgávurnar og loysa avbjóðingarnar. Eingin ivi kann vera um, at eitt brúkaragjald fyri rørslutarnað, fyri at sleppa umborð á eitt flogfar, er grovt brot á ST-sáttmálan.
Bjørt Samuelsen sigur víðari, at í sambandi við, at Føroyar vórðu fevndar av sáttmálanum, varð kunngerð um atkomuviðurskifti frá 3. desember 2009, lýst. Sjálvandi eigur ein nýggjur terminalur og atgongd til flogfør, at fylgja hesum ásetingum.
Tað tykist einki minni enn himmalrópandi órímiligt, at eitt felag, sum rekur einastu floghavn í Føroyum, og eitt einkarflogfelag, ikki síggja tað sum sína uppgávu, at syrgja fyri, at allir kundar hava javnbjóðis atgongd til tænastur teirra. Vága Floghavn er alment partafelag. Somuleiðis er landið nógv hin størsti partaeigarin í Atlantsflogi. Talan er sostatt um tvey partafeløg, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av. Í hansara hondum liggur tað tí at tryggja, at einki brúkaragjald verður kravt frá teimum, sum av ymiskum orsøkum ikki hava fullan fysiskan førleika, men, sum hava eins stóran rætt og tørv, sum øll onnur, at ferðast loftvegis, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi í fyrispurninginum til Johan Dahl, landsstýrismann.