Brot á ST-sáttmála at krevja brúkaragjald frá rørslutarnaðum!

Bjørt Samuelsen, tingkvinna
---
Mong mundu øtast við tíðindini um, at Vága Floghavn ætlar at taka brúkaragjald frá rørslutarnaðum fyri at nýta eina lyftu at sleppa umborð og í land úr flogførum, sum flúgva umvegis føroyska flogvøllin.
Stjórin fyri Vága Floghavn segði í Kringvarpinum leygardagin, at Vága Floghavn undir ongum umstøðum fór at veita hesa tænastu ókeypis. Brúkaragjald skal takast inn, fyri at gjalda íløguna uppá 1,2 – 1,7 mio, umframt tænastuna, sum verður knýtt at lyftuni. Ein viðfáningur av einari íløgu, sammett við tær væl omanfyri 365 milliónirnar, tað samlað kemur at kosta fyri leingjanina av vøllinum og byggja nýggjan terminal!
Brot á ST-sáttmála
Føroya Løgting samtykti í 2009 ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Ein týðandi táttur í sáttmálanum er javnbjóðis rættindi til atkomu, og sostatt til at kunna luttaka á jøvnum føti við øll onnur í samfelagnum. Langt er enn á mál, áðrenn Føroyar til fulnar fylgja sáttmálanum. Skal málið røkkast, so krevur hetta, at bæði myndugleikar, borgarar, felagsskapir og vinnulívið eru við til at lyfta uppgávurnar og loysa avbjóðingarnar.

Eingin ivi kann vera um, at eitt brúkaragjald fyri rørslutarnað, fyri at sleppa umborð á eitt flogfar, er grovt brot á ST-sáttmálan.
Í sambandi við, at Føroyar vórðu fevndar av sáttmálanum, varð kunngerð um atkomuviðurskifti frá 3. desember 2009, lýst. Sjálvandi eigur ein nýggjur terminalur og atgongd til flogfør, at fylgja ásetingunum í kunngerðini.
Tað tykist einki minni enn himmalrópandi órímiligt, at eitt felag, sum rekur einastu floghavn í Føroyum, og eitt einkarflogfelag, ikki síggja tað sum sína uppgávu, at syrgja fyri, at allir kundar hava javnbjóðis atgongd til tænastur teirra.
Vága Floghavn er alment partafelag. Somuleiðis er landið nógv størsti partaeigarin í Atlantsflogi. Talan er sostatt um tvey partafeløg, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av. Í hansara hondum liggur tað tí at tryggja, at einki brúkaragjald verður kravt frá teimum, sum av ymiskum orsøkum ikki hava fullan rørsluligan førleika, men, sum hava eins góðan rætt og tørv, sum øll onnur, at ferðast loftvegis.
Undirritaða hevur tí sett landsstýrismanninum sonevndan §52-fyrispurning um málið, so vit kunnu fáa eitt svar uppá, um ikki landsstýrismaðurin eisini metir tað vera púrasta órímiligt at rørslutarnað skulu gjalda eyka, fyri at sleppa umborð og úr flogførum. Og hvat hann ætlar at gera, fyri at steðga hesi órættvísu ætlan.