Kundi ikki søkka
Í frágreiðingini um óhappið á Norrönu tann 15.januar í ár verður staðfest, at Norröna var ikki í vanda fyri at søkka av skaðunum, hon hevði fingið.
Skipaeftirlitið bað skipasmiðjuna "Flensburger Schiffbau Gesellsshaft" um útrokningarnar til tess at fáa staðfest um vandi var fyri at Norröna kundi søkka. Útrokningarnar vístu greitt, at skipið ikki var í vanda fyri at søkka.
Norröna er eitt sokallað tvey-rúmsskip. Tað merkir, at tvey tey størstu vatntøttu rúmini á skipinum kunnu fyllast, uttan at skipið søkkur ella fer runt.
Einki alkohol umborð
Stutt eftir óhappið á Norrönu tók løgreglan ein alkoholroynd av skiparanum og yvirstýrimanninum 15. januar. Alkohol royndirnar vístu, at hvørki skiparin ella yvirstýrimaðurin høvdu nortið nakað alkohol.
Alkoholpolitikkurin hjá Smyril Line er annars, at eingin drykkur, ið inniheldur alkohol, má nýtast, meðan tú er mynstraður umborð á Norrönu.
Latið skipið verið liggjandi
Í frágreiðingini hjá Skipaeftirlitinum kemur undan kavi, at var skiparin hendan dagin, Ólavur Hovsgarð, komin í líknandi støðu aftur, hevði hann borið seg øðrvísi at.
Í samrøðu hin 23. februar greiddi skiparin Skipaeftirlitinum frá um fyrsta stoytin á Viðarnes , at tað var ein rein menniskjaslig reaktión, at hann royndi at fáa skipið burtur frá viðarnesbryggjuni.
Var hann komin í somu støðu aftur hevði hann valt, at latið Norrönu verið liggjandi á Viðarnesi eftir fyrsta stoytin, og ikki roynt at lagt hana á molan.
Bar væl til at sigla inn
Í frágreiðingini rør Skipaeftirlitinum framm undir, at hóast veðrið var av tí ringasta um middagsleitið 15. januar í ár, tá Norröna bar við land heilar tríggjar ferðir, so bar væl til at fáa skipið at sigla inn í Tórshavnar havn.
Við hjálp av simuleringum av innsiglingini í Tórshavnar havn hendan dagin kemur Skipaeftirlitið eftir hesari niðurstøðu, men slær í sama viðfangi fast, at tað var ikki pláss fyri feilmanøvrum á brúnni. Í frágreiðingini verður sagt at, "um bakkað varð við stýriborðsskrúvu, silgt varð fram við bakborðsskrúvu, róðrið hart stýriborð, hevði borið væl til at fáa skipið upp ímóti vindinum og at sigla inn í Tórshavnar havn"
Filmstólið verið stór hjálp
Í samband við frágreiðingini um óhappið á Norrönu hevur Skipaeftirlitið fingið stóra hjálp av fólkið og SvF, sum hava videobandað hendingina 15. januar.
Eitt av ferðafólkunum hevur tikið ein videofilm á ferðini úr Íslandi til Føroya. Ferðafólki hevur tikið film av fráferðini úr Íslandi og av øðrum hendingum, ið fóru fram á ferðini, herundir tá skipið fekk Black out á ferðini til Føroya og av øllum óhappinum í Havn.
Skipaeftirlitið hevur nýtt upptøkurnar hjá hesum ferðafólki at lýsa støðuna, áðrenn og meðan óhappið hendi.
Sjónvarp Føroya kom eisini á staðið, men tað var kortini ikki fyrr enn 2. partur av óhappinum hendið. Ein filmur fekst eisini frá einum manni í Havn, sum stóð og eygleiddi óhappið úr stovuvindeyganum, meðan hann tók videomyndir av hendingini. Á hesum upptøkum sást serliga væl, tá skipið snaraði runt og var á veg útaftur í Nolsoyarfjørð, og tá bakborðsíða brast í molan.