Brot úr brævi (IX)

    

("_.) Í gjárkvøldið vitjaði eg Fridu í Sløttumørk. Hendan vitjanin inniber, at eg fari at vitja Fridu eitt sindur títtari. Í tíggju ár hevur hon stetlað einsamøll í sínum barndómsheimi, eini eldri húsum við trimpli, kvisti og flagtaki, og har krevjast stórar ábøtur. Ja, Jógvan, nú eru liðin 10 ár, síðan hon misti mann sín eftir drúgva sjúkralegu. Barnleys vóru tey. Tó, ein dóttir kom í teirra verð, men stokkut var gleðin. Lítla Elsa doyði ársgomul.
Tað er so hugnaligt og vælhildið inni hjá Fridu, men húsið og uttanum er alt farið í órøkt, og tað pínir hana. Hennara virkna og bøtandi hond maktar ikki at halda húsini við líka.
Men væl dugir hon at práta, og hon fylgir væl við í øllum ti, sum fyriferst bæði úti og heima. Tað er ikki ov nógv sagt, at hon er vitug og væl lisin. Hon er ein trúgvur kundi á bókasavninum.
Minni hevur hon so gott sum fáur.

Ólavsøkan er farin afturum, og tað kom mest sum av sær sjálvum, at vit prátaðu um, hvussu ólavsøkan varð hildin, tá ið vit vóru ungar, og so nú, hvar alt tykist at vera ein meldur av óstýriligum peningaoyðsli, sum í ávísan mun er pyntað við gandaorðinum: mentan! ? Mangt er broytt, vóru vit samdar um, og við tí niðurstøðu tagnaðu hugleiðingarnar um "fyrr og nú". Og vit nutu kvirruna. Lýtt úti og ikki ein ond. Vindeygað víðopið, og fuglasongur smoygdi sær stillisliga inn, har vit báðar sótu. Dýrd á vík og vág, njóraði Frida spakuliga, meðan hon stardi seg langt burtur í annan heim.

Eg minnist, segði hon so, ólavsøkuhendingar fyri mongum árum síðan. Kristian og eg vóru nýgift.
Sum siður er á ólavsøku, válaðu nógv fólk oman og niðan prátandi, syngjandi, í góðum lag. Eisini vit bæði høvdu válað og sungið soleiðis á Áarvegnum og niðan eftir í Plantaguna ?nýgiftum líkt - og komin oman aftur móti Sjónleikarhúsinum um 4-tíðina ólavsøkunátt, gekk føroyski dansurin so lystiliga uttan fyri Sjónleikarhúsið. Sumbingar kvóðu. Kanska var tað Grettis kvæði, sum varð kvøðið, spyr meg ikki, eg eri mest sum ónytta í føroyskum dansi, skomm at siga. Hetta fær meg at hugsa um Janus, sum so meistarliga við síni yrking Hin friðleysi setti seg undir liðina á Jákupi Nólsoy forpaktara við kgl. handlinum úti í Havn. Hann ber orð fyri at hava yrkt Grettis kvæðið, skrivaði Jóannes Patursson í GYLTU BÓK fyri 75 árum síðan. Malan, í mínari verð er bert ein Janus, og sama alsk hevði Kristian til skaldskap Janusar.
Rættiliga nógv fólk vóru har, men einans sumbingar vóru í ringinum, og eingin av teimum, sum lýddu á, fór upp í dansin. Tað hevði verið halgibrot. Ein gudaborin andakt og lívsmergjað lívsløta, sum gjørdi ta ólavsøkuna ógloymandi fyri okkum báðum. Komin til hús hendan sjáldsama vakra ólavsøkumorgun minnist eg, at Kristian tók nakað soleiðis til: Harrin viti um Beethoven á sínum ungu árum vitjaði Sumba og har hevur hoyrt sumbingar kvøða, meðan Sumbiarhólmur "vóð í skúmi og brimroki". Kanska hevur hann fingið íblástur til finaluna í 9. symfoni eina slíka nátt á Beinisvørði.

Vit bæði vóru eisini somu ólavsøku á einum fundi úti á Skansanum. Eins og nú tosaðu loysingarmenn tá um at yvirtaka rættarmál. Á hesum fundi talaði ein av undangongumonnunum fyri "kvetting við Danmark". Niðurstøðan í hansara annars so frálíku og mergjaðu talu var:
Heldur ein føroying, ið dømur skeivt, enn ein dana, ið dømur beint. So, Malan, tú skilir, at lítið er er broytt í føroyskum politikki hesi mongu ár.
Jógvan! ? Tá ið Frida hevði greitt mær frá hesum, hugsaði eg: Av sonnum ein ólavsøka við lívsgleði og ?megi og nationalistiskari fávitsku lið um lið. Jú, høgt var til loftið og vítt til veggja ? lykke, ulykke de gange på rad ?
Eg hevði reist meg at siga góða nátt við Fridu, tá hon segði, í tí hon gav mær hondina: Malan, nú eitt kvøldið fekst tú vitjan av einum fremmandum manni saman við Pæturi. Mannin kennir tú ikki, men eg kann her lata meg upp fyri tær: Ásmundur, soleiðis eitur maðurin, og eg eru vorðin góð, og um stutta tíð fer hann at umvæla, snáka og mála míni hús. Hetta gleði eg meg ómetiliga nógv til, og eg ætli mær eisini um ikki so langa tíð at vitja tykkum saman við honum. Gávi satt at tín Jógvan skjótt sleppur heim av Ríkishospitalinum. Eg trúgvi, at teir báðir høvdu dugað væl at tosa saman. Ásmundur er føddur og uppvaksin á bygd, men hann hevur búð meginpartin av sínum lívi í høvuðsstaðnum. Gjørdist einkjumaður - eins og eg einkja - fyri l0 árum síðan, og hevur tveir vaksnar sýnir, annar býr í Danmark og hin í Svøríki. Frida var nú í sonnum prátingarhuga, men av tí at tað var vorðið seint, noyddist eg at kvetta prátið og segði tí góða nátt og takkaði fyri hugnaliga løtu, og at hon hevði latið seg upp fyri mær.

Hetta var so tað, sum tú fært frá mær hesaferð. Hav tað nú so gott, góði Jógvan, sov og droym væl. Í dreyminum eru vit saman."
Kærar heilsur frá okkum 5
Kona tín