ES-boykott ímóti Føroyum er brot á norðurlendskt samstarv og á Helsingforssáttmálan.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann setur nú sum limur í Norðurlandaráðnum ein beinleiðis skrivligan fyrispurning til stjórnirnar í Danmark, Svøríki og Finnlandi um fráboðaða ES-boykottið móti Føroyum. Hann vísir á, at um trý Norðurlond seta handils- og flutningsboykott móti einum øðrum Norðurlandi, so er hetta í stríð við Helsingforssáttmálan
Limir í Norðurlandaráðnum hava sambært grein 57 í Helsingforssáttmálanum heimild til at seta beinleiðis skrivligar fyrispurningar til allar stjórnir og ráðharrar í Norðurlondum. Høgni Hoydal hevur nú sett skrivligan fyrispurning beinleiðis til stjórnirnar í Danmark, Svøríki og Finnlandi, sum eru limir í ES.
Í fyrispurninginum vísir Høgni Hoydal á gongdina í ósemjuni um sildafiskiskapin og á, hvussu rangvørt tað er, at ES vil seta umfatandi boykott ímóti Føroyum enntá fyri Norðhavssildina, sum als ikki er í ES-sjógvi. og sum ES ongantíð átti at havt nakran part av.
Høgni Hoydal staðfestir, at talan er um eina lógliga ósemju um fiskiskap, har Føroyar sambært Havrættarsáttmálanum hjá ST hava fullan rætt at áseta kvotu í egnum sjógvi.
Síðani leggur hann dent á, at um trý Norðurlond fremja boykott fyri flutning og handli móti einum øðrum Norðurlandi, so er ikki bert talan um brot á norðurlendsk prinsipp um samstarv og samanhald. Eisini er talan um brot á Helsingforssáttmálan, sum er tann altjóða sáttmálin, ið skipar alt norðurlendskt samstarv. Serliga verður víst til grein 21 og 22 í sáttmálanum, sum siga:
Artikel 21
De kontraherende parter skal bestræbe sig på at befæste det samarbejde, der tidligere er blevet indledt med henblik på at fjerne handelsskrankerne imellem de nordiske lande, samt så vidt muligt yderligere at styrke og udvikle dette samarbejde.
Artikel 22
De kontraherende parter skal i internationale handelspolitiske spørgsmål, såvel hver for sig som i fællesskab, søge at fremme nordiske interesser og med henblik herpå rådføre sig med hverandre.
Á hesum grundarlagi spyr Høgni Hoydal m.a.:
- Um stjórnirnar í Danmark, Svøríki og Finnlandi vilja vátta, at Føroyar hava fullan rætt sambært Havrættarsáttmálnum hjá ST at áseta kvotur í egnum sjógvi?
- Um tær halda tað vera í samsvari við Helsingforssáttmálan, um trý Norðurlond fremja boykott móti einum øðrum Norðurlandi?
- Hvat danska, svenska og finska stjórnin ítøkiliga fara at gera til tess at forða fyri boykotti móti Føroyum?
Fyrispurningurin sæst VIÐ AT TRÝST HER