Brot á frælsið á internetinum!

Tað má sigast at vera langt úti, at ætlan nú er um at fara og krevja kringvarpsgjaldi til nú eisini at fara og umfata interneti og hóast talan er um at tað er bert eitt tól til hvørt húskið sum er galdandi.

Tað fer so at eisini skal umfata gjald fyri at lurta eftir UF og síggja SVF á internetinum. Hvat verður tað næsta at krevja fyri at hava utvarpstól á fartelefonini og hóast tú ert logaður inn hjá onkrum øðrum?
Hetta er eftir mínari fatan ikki í lagið og er totalt langt úti. Vit hava nú fingið álagt eitt hav av gjøldum og nú má vera nokk, tann vanligi borgarin klárar ikki meira av avgjøldum allatíðina og landsins politikarar halda áfram og hava ikki føling við hvar í fólkið er og hvussu tey hava tað.
Vit vita jú at tað eru aðrir møguleikar sum kunnu roynast á hesum øki, um ein skal gjalda eyka fyri hesa tænastu sum krinvarpið bjóðar okkum sum hava teldu og internet. Men, at fara og tvinga hetta útyvir allar internetbrúkarar fyri at finna tey sum ikki gjalda kringvarpsgjald er langt úti og tænir ikki brúkaranum nakað serliga gott og er heilt vist eitt lógarbrot.
Vit vita jú at allar teldur hava møguleikar fyri UF og sendingarnar hjá kringvarpinum sum heild, tí tær eru jú eisini tøkar á netinum.
Vit vita eisini, at tað eru nøkur sum ikki hava ráð at gjalda td. lesandi, pesionistar  og onnur sum hava lága inntøku. So eru tað tey sum ikki vilja gjalda kringvarpsgjald, tí tey halda, at tænastan er ov vánlig og ov nógvar endursendingar. So er tað jú vit øll sum halda at kringvarpsgjaldið er ov høgt sum nú er.
Hetta nýggja útspælið hjá Helenu  Dam á Næstabø, er eftir mínari fatan eitt brot á frælsið hjá tí einstaka internet brúkaranum og er jú bara vanligt í Kina og øðrum og høgravendum londum, har frælsið ikki verður virt hjá tí einstaka fólkinum.
Nej, Helena loysnurnar eru fleiri Nr. 1 at tit seta eina kodu á bæði hjá UF og SVF, so er tað upp til tann einstaka um hann vil gjalda fyri sendingar hjá Kringvarp Føroya á internetinum. Hetta ger eitt nú tíðindablaðið sosialurin og dimmalætting. Um hetta verður gjørt, ja so ivist eg ikki eina løtu í at inntøkur fara at koma til raksturin hjá kringvarpinum.
Nr.2. Ein onnur loysn er at privatisera Kringvarp Føroya, líka sum Rás 2, sum eftir mínum tykki koyrir væl. Tá kemur kapping í, sum tað almenna ikki skal blanda seg uppí.
Nr. 3.Hinvegin tann seinasta loysnin er, at lata tingini vera sum tey eru og heldur finna aðrar alternativar inntøkumøguleikar til Kringvarp Føroya. Eitt nú betri Gekkaspæl  enn sum nú er og við hægri upphæddum at vinna og fleiri eydnuspøl til kringvarpsmóttakaran.
Tað er eisini  órættvíst, at td Rás2 skal kappast um lýsingar við tað almenna kringvarpið, sum við 80 almennum millionum krónum koyrir lýsingarprísin upp, fyri at kvala privatu miðlarnar. Hvat við at koyra krinvarpið á fíggjarlógina?
Nú má vera ivaleyst av tungum byrðum sum er langt oman tað tungu byrðu sum longu nú er á hjá okkum øllum og serliga hjá teimun lágløntu. Vit hava jú onga lønarvøkstur og arbeiðsloysið veksur framvegis og allíkavæl kom avgjøldini skolandi út yvir okkum. Fólkið klárar ikki meira og her vantar empati fyri fólkinum og politiskt hugflog sum tað forslær.
Vit gjalda eisini frammanunda fyri bæði teldu, internetsamband og streym til teldunasum nú er. Nej, takið tykkum nú saman og set eina brúkarakodu á til sendingar hjá kringvarpinum.fo og lat frælsið á internetinum fáa frið.