Brostnar vónir í hvørt hús

Í dag verður barnafátækradømi í Føroyum sett á dagskrá, tá 12 børn og foreldur teirra seta orð á, hvussu tað ávirkar tey at liva í eini familju við lítlum peningi.

Tað gera tey í bóklingurin Brostnar vónir – brotmyndir úr einum føroyskum gerandisdegi, sum nú verður borðin í hvørt hús í landinum.

Í fjør lat Í menniskjum góðum tokki jólahjálp til 444 familjur kring alt landið og hetta hevur givið gott innlit í sperdu fíggjarstøðuna hjá hesum familjum, og hvussu ómetaliga trupult nógvar av teimum hava tað, sigur Annlis Bjarkhamar,stigtakari til Í menniskjum góður tokki.

Í hesum 444 familjum eru 910 børn.

- Vit vita lítið og onki um, hvussu sperda fíggjarstøðan ávirkar lívið og gerandisdagin hjá hesum børnum. Hetta vildu vit í Í menniskjum góður tokki fegin gera nakað við, og høvdu í summar samrøður við 12 børn og foreldur teirra.

- Burturúr hesum samrøðum eru komnar 9 brotmyndir, har børn og vaksin seta orð á teirra veruleiki, har tey lýsa tær avbjóðingar og avmarkingar, tey liva við dagliga, og hvussu tað ávirkar tey, at liva í eini familju við lítlum og ongum peningi.

Brotmyndirnar lýsa hvør í sínum lagi ymiskar tættir í gerandislívinum hjá familjunum og børnunum.

- Heitið á bóklinginum er sprottið burturúr orðinum “life is full of disappointments”, ið ein 12 ára gamal drongur eigur og brúkar, tá fíggjarstøðan hjá familjuni forðar honum í at fáa tað, hann ynskir sær, ella tá hann ikki kann tað, hann vil, tí ráðini ikki eru til tað.

- Vónin um, at í morgin, í næstu viku ella næsta ár verður tað betur, er avgerandi fyri okkum øll, tá umstøðurnar og lívið er trupult. Tá vónin brestir, hvat er tá eftir?

- At geva teimum, ið liva undir truplum umstøðum, eina rødd er avgerandi fyri okkum sum samfelag og tað er okkara vón, at bóklingurin kann fáa sett á dagskrá tær truplu umstøður, sum 100 tals børn vaksa upp í.