Brosjan frískar klæðini upp

Eitt nýtt mótarák, sum sæst í teimum ymisku mótabløðunum, er ein einføld vøkur brosja, sum frískar tey gomlu klæðini upp. Eitt nú er tað rættiliga nógv at síggja, at kvinnur seta eina brosju á eitt nú eini kovboy shorts og buksur, ella í vestar, eitt nú av pelsi. Eisini ber tað til, at nýta eina brosju á turriklæðnum, fyri soleiðis at fríska eitt einlitt turriklæði eitt sindur upp.

 

Helst er hetta ein einfaldur háttur, at fríska gomul klæði upp. Og brosjan kann setast allastaðni ? frá einlitta turriklæðnum til svørtu vetrar stivlarnar.