Bros ger comeback

Sangbólkurin Bros úr Fuglafirði verður við á Summar Festivalinum í august.

 

Tað var í 1986, at Bros kom við síni útgávu. Jógvan á Lakjuni, sum nú er løgtingsformaður, stóð á odda fyri bólkin, sum eisini hevði aðrar sangarar við. Bólkurin var sera nógv at hoyra gjøgnum áttatiárini, og fleiri av sangunum av útgávuni eru framvegis at hoyra av og á – og eru blivnir mest sum fólkaogn.

 

Sangir sum ”Nú er summartíðin gylta”, ”Børn spæla sær á sandi”, ”Sum smádrongur lítil” og ”Summi fólk” eru millum kendu og vøkru sangirnar á útgávuni.

 

Og nú er greitt, at Bros kann upplivast á palli í summar.

 

- Fyrireikararnir av Summar Festivalinum hava spurt í fleiri ár eftir Bros, og nú hava vit játtað, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Jógvan gav fyri kortum út fløgu saman við soninum Bárði, og Bárður verður eisini við til framførsluna hjá Bros á Summar Festivalinum.

 

- Bárður dugir væl og tað liggur væl fyri hjá honum. Tað fellir honum ikki tungt at stápla slíkt á beinini, og eg eri jú ikki ungur longur, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

 

- Vit royna at savna Bros. Vit royna í øllum førum at fáa so nógv sum gjørligt við av teimum, sum vóru við tá, og at fáa hetta so originalt, sum til ber, sigur Jógvan á Lakjuni.