Fyrrverandi blaðstjórin á News of the World, Rebekah Brooks, og Andy Coulson, fyrrverandi kunningarleiðari hjá David Cameron, forsætisráðharra, eru millum teirra, sum verða ákærd í tí nógv umrødda málinum um telefonavlurting í Bretlandi.
Tað veit franska tíðindastovan AFP at siga.
Tíðindastovan Sky skrivar, at um stutta tíð fer ákæruvaldið at almannakunngera nøvnini á teimum, sum verða ákærd í málinum. Sambært tíðindastovuni er talan um tólv einstaklingar, teirra millum ellivu núverandi og fyrrverandi tíðindafólk í fjølmiðlasamtakinum hjá Rupert Murdoch.










