HB vísti tó í fjør, at eisini stórur munur kann vinnast aftur, og so leingi tað á pappírinum er gjørligt, so vilja bæði teir og EB/Streymur helst stríðast fyri at nærkast teimum báðum fremstu. HB vann fyrr í ár greiðan sigur á Skála, og tó at GÍ hevði nógv trýst, tá teir spældu heimadyst móti EB/Streymi, so endaði tað ta ferðina við, at gestirnir fóru avstað við øllum.