Stóri heiðursmerkjaslúkarin hjá Føroyum higartil, Judo, hevur tryggjað okkum enn eitt heiðursmerki á Rodos. Hesaferð var tað eitt bronsuheiðursmerki, og var tað tann bert 15 ára gamla Inga Remmel, ið var meistari fyri hesum.
Inga gjørdist nummar trý í einasta bólkinum, sum var fyri kvinnur undir 48 kilo. Fyrsta dystin tapti hon, men kom sterkt aftur og vann næsta dystin. Seinasta dystin fylgdi óhepni við Ingu, sum mátti trekkja seg vegna skaða í búkmusklinum.
Hon gjørdist sostatt nummar trý, og tryggjaði skjáttuni hjá føroyska ferðalagnum enn eitt heiðursmerki.









