Bronsudysturin verður í kvøld

Í kvøld klokkan 21:00 leika Brasil og Holland bronsudyst í HM endaspælinum í Brasil.

Í kvøld klokkan 21:00 verður bronsudysturin leiktur undir HM endaspælinum í Brasil. Dysturin er millum vertirnar úr Brasil og Holland.

 

Brasil fekk ein ordans frammaná seinasta dyst, tá teir taptu heili 7-1 á Týsklandi. Tí verður tað eitt brasilskt lið, ið skal reisa seg á heimavølli frammanfyri sínum egnu áskoðarum.

 

Tað kemur væl við hjá Brasil at liðskiparin Thiago Silva nú aftur er tøkur at spæla. Hann varð sjónliga saknaður í hálvfinaluni móti Týsklandi, tá brasilska verjan fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, sá út til at vera í upploysn.

Stóra stjørnan á brasilska liðnum, Neymar, verður tó ikki tøkur til dystin í kvøld

 

Mótstøðuliðið Holland hevur samanlagt havt eitt gott HM endaspæl. Tað vóru ikki nógv, ið høvdu stórar vónir til hollendska liðið undan HM endaspælinum, men Holland vísti veruliga tenn í fyrsta dystinum, tá teir vunnu heili 5-1 á verandi heimsmeistarunum úr Spania. Síðani tá hava vit sæð fleiri góð hollendsk avrik, har liðið hevur spælt við skiftandi taktikki, millum annað við 5-3-2 og 4-3-3.

 

Bronsudysturin millum Brasil og Holland byrjar klokkan 21:00 í kvøld.