Bronsudystur á Skála

Mansliðini hjá StÍF og H71 spæla seinnapartin í dag á Skála

Undan dystinum eru tey bæði liðini jøvn í stigum á triða plássinum. Tey hava 12 stig hvør. Munurin upp til VÍF og KÍF, sum eru á teimum báðum ovastu sessunum er seks stig, og nógv bendir tí á, at kapprenningin um tey bæði fremstu plássini er liðug.

 

Hinvegin kann vinnarin í dag leggja seg einsamallan á bronsuplássið, og í øllum førum teoretiskt framvegis renna við í kapprenningini um finaluplássini.

 

Dysturin á Skála byrjar klokkan 16.