ÍSB hevur sent tveir føroyskar svimjarar at luttaka í evropameistarakapping í svimjing fyri fólk við tarni. Hesi eru Krista Mørkøre og Ragnvald Jensen.
Seinnapartin í dag eydnaðist tað Ragnvaldi Jensen at vinna eitt bronsuheiðursmerki í hesi stóru evropameistarkapping. Hetta var í greinini 100 m. bringusvimjing.
Í innleiðandi riðlunum í morgun kom Ragnvaldur á mál við tíðini 1. 15,84 sek., og tað rakk til eitt finalupláss seinnapartin. Í finaluni var rættiliga stórur spenningur um triðja plássið, men tá avtornaði, kom Ragnvaldur á mál við tíðini 1.13,84, og íslendingurin Jón Margeir Sverrisson kom á fjórða pláss við tíðini 1.13,92.
Marc Evers úr Niðurlondum vann kappingina við tíðini 1.09,62.
Umframt bronsuheiðursmerkið setti Ragnvaldur eisini persónligt met, tá hann í finaluni tók heili 4 sek. av síni tilmeldingartíð.
Ragnvaldur kappast í bólkinum S14, ið er bólkur teirra við menningartarni.
12 ára gamal Krista Mørkøre svimur í bólkinum S10, ið er ein bólkur fyri teirra við rørslutarni. Krista, sum er yngsti svimjari í kappingini, hevur staðið seg væl. Hon setti eisini persónligt met, og tað var í greinini 50 m. frísvimjing. Tíðin hjá Kristu var 34,64 sek.
- Tað krevur nógva og harða venjing fyri at náa kravtíðirnar til eitt evropameistaraskap. Krista og Ragnvald hava eisini vant nógv og miðvíst fram til kappingina, Krista í svimjifelagnum Ægir og Ragnvaldur í svimjifelagnum Flot, sigur Tóra Hansen, ítróttaráðgevi hjá ÍSB.