Kvinnufimleikurin hevur fingið sítt fyrsta heiðursmerki á Bermuda.
Undan kappingini varð roknað við, at Bermuda og Isle of Man fóru at vera argastu kappingarneytarnir hjá Føroyum, og tað var eisini millum hesi trý stríðið um heiðursmerkini stóð.
Tá avtornaði hevði Isle of Man vunnið gull, Bermuda silvur og Føroyar bronsu.
Menninir hjá Føroyum eru fyri kortum farnir undir sína liðkapping.
Myndatekstur: Føroysku fimleikakvinnurnar hava í dag vunnið bronsu í liðkappingini á Bermuda.
Mynd: Fimleikasambandið










