Bæði Víkingur og EB/Streymur hava seinastu umførini roynt at togað seg úr stóra miðbólkinum á stigatalvuni.
Støðan undan dystinum teirra millum í kvøld er, at Víkingur hevur 27 stig fyri sínar 16 dystir. EB/Streymur hevur 26 stig fyri 17 dystir. Talan er um seinasta dystin í 18. umfari av Effo-deildini. Tá liðini hittust við Margáir í mai mánaði, vann Víkingur dystin 3-2.
Hjá Víkingi er Atli Gregersen leikbannaður til dystin í dag, og tí skal nýggj uppskrift finnast uppá, hvussu miðverjan hjá heimaliðnum setast saman. Gert Hansen hjá EB/Streymi fekk sítt fimta gula kort í ár, tá EB/Streymur basti B36, og tí er hann eisini leikbannaður.
Tað verður Rúni Gaardbo, sum skal døma dystin, og hann letur fyrsta bríkslið ljóða klokkan 19.00.