Bronsan tykist avgjørd

Neistakvinnurnar vunnu tryggan sigur á StÍF, sum annars hevur líkst liðinum, sum kann hótt Neistan í bronsudystinum

Hondbóltur

Bæði Neistin og StÍF hava stóran part av árinum verið í einum slag av ongamannalandi, har spenningurin um endaligu plaseringina ikki er tann heilt stóri.
StÍF hevði tó møguleika at skapa nakað av spenningi, um tær megnaðu at vinna á Neistanum sunnudagin, men tann møguleikin gjørdist ongan tíð serliga aktuellur.
Fyrsta góða korterið gekk hampuliga javnt á, men tá Neistin stutt undan steðginum fekk glið á sítt spæl, settu tær seg so ruddiliga á uppgerðina.
Eftir steðgin ráddi mest um at halda fast um leiðsluna, og tað eydnaðist eisini uttan stórvegis trupulleikar.
Sigurin ber við sær, at Neistin nú aftur er fýra stig framman fyri StÍF, og sum stigatalvan sær út í løtuni, so enda hesi bæði liðini trygt sum nummar trý og fýra. Niðurflytingarstríð verður ikki talan um, og munurin upp til oddaliðini er eisini ov stórur, og tí verður talan heldur ikki um nakran finaluspenning.

Fakta um dystin
Neistin-StÍF 33-27 (17-11)
10 min: 4-3
20 min: 9-9
40 min: 23-17
50 min: 27-22
Málskjúttar
Neistin: Katrin á Neystabø 11(4), Lina Andriulyte 5, Unnur Danielsen 4, Anja Heinadóttir 3, Marjun F. Danberg 3, Rakul Augustinussen 3, Jacklin Durhuus 2, Birita Wardum 1
StÍF: Rebekka Justinussen 7(1), Fríðrun Danielsen 6, Adrianna Dobra 6(2), Bára Berthelsen 4, Anne Pedersen 2, Rósa Danielsen 1, Annika Petersen 1
Brotskøst: Neistin 5, StÍF 5
Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2
Dómarar: Thomas J. Thomsen & Birgir Sondum.